Føroyar

denmark  germany  faroe-islands

Virksemi

Drauschke Consult A/S varð stovnað í 2007 og hevur síðani ment seg til eina fyritøku við uml. 12 ágrýtnum starvsfólkum, ið halda til við Viborgvej í Århus.

​Høvuðsvirksemi er at veita verkfrøðiliga ráðgeving innan byggivinnuna. Vit hava holla vitan og royndir við at prosjektera alt innan berandi konstruktiónir og útinna prosjekttilfar við útrokningum og tekningum, til bæði smærri og størri verkætlanir. Vit eru serstakiliga góðir til at prosjektera betongelementir. Tær nógvu royndirnar innan betongelementprosjektering, hava havt við sær, at vit hava verið við til at dimensjónera kompliseraðar konstruktiónir og bygningar, heilt upp í 25 hæddir.

Góðskan av arbeiðnum skal verða í trá við tey yrkis- og fíggjarligu krøvini, ið sett verða til hvørja einstaka uppgávu og til tær valdu loysnirnar, verður hædd tikin fyri tí umhvørvi, ið hesar eru ein partur av. Vit seta tørvin hjá kundanum í fremstu røð og arbeiði, ið gjørt verður, er eftirfarandi og effektivt í einum opnum og álitismiklum samstarvi.

Vit ynskja eitt høgt fakligt umhvørvið, har hvør einasta uppgáva er í trá við at vit eru ein professionellur samstarvsfelagið, har vit í tøttum samstarvi og eldhuga skapa virði fyri kundan, innan ráðgeving og prosjektering. Tað gera vit við at nøkta tørvin til góðsku, halda tíðarætlan og samdan kostnað – líka mikið, um talan er um einfaldar ella margfaldar loysnir.

Í 2019 bleiv Drauschke Consult Føroyar Sp/f stovnað við Poul Nolsøe Kjølbro Linklett sum sameigara og stjóra. Drauschke Consult Føroyar Sp/f er ein sjálvstøðug fyritøka í Føroyum, ið hevur associatiónir við Drauschke Consult A/S í Danmark. Sí upplýsingar hjá Poul Nolsøe Kjølbro Linklett og bústað á virkinumher.

Vilt tú hoyra meira, ella ynskir tú ein óbindandi fund, so sett teg í samband við Poul Nolsøe Kjølbro Linklett, Maria Lundsteen Lauritzen eller Torben Drauschke.

Virksemi

Aarhus

Bredskifte Alle 7, st
8210 Aarhus V

TLF. 72 200 865

kontakt@dcas.dk 

Klaksvik

Klaksvíksvegur 45

FO-700 Klaksvik

TLF. +298 788 150

dc@dc.fo